Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Norskir kavarar í felags átaki fyri at fáa mistan fiskireiðskap upp úr havinum

John William Joensen

Norska fiskimálaráði skrivar, at kavarafeløg kring alt landið taka væl undir við átakinum at finna og burturbeina mistan fiskireiðskap sum liggur á havbotninum kring alt lant landið.

Tað eru nógvur fiskur, sum á hvørjum árið doyr í hesum sum norrmenn nevna ”spøkelses-fiske”.

Norska fiskimálaráði legði í 2018 eina app út á netið har sum frítíðarfiskarar kunnu boða frá mistum fiskireiðskapi. Á appini ber til at skráseta hvat slag av fiskireiðskapi talan er um og hvar reiðskapurin er mistur. Soleiðis ber lættligt til at finna reiðskapin aftur.

Allir frítíðarfiskarar hava ábyrgd av at gera alt fyri at reiðskapurin ikki fer fyri einki og tí heita norska fiskimálaráðið á øll um at boða frá. Tað er gott fyri umhvørvi, havið og fyri at fáa meira vitan um havið, stendur at lesa í tíðindaskrivinum.

 

40 kavarafeløg luttaka

Tey sum brúka appina til at boða frá mistum fiskireiðskapi kunnu knýta brúkaran saman við ávísum kavarafelag. Síðani kann kavarafelagið fáa pengar fyri at finna og burturbeina fiskireiðskapin.

Samstundis fær Havstovan skrásett burturmistan fiskireiðskap og um hann er funnin og burturbeindur. Soleiðis fær ein eisini álítandi tøl um hvussu umfatandi ”spøkelsesfiske” er.

Higartil í ár hava tey 40 kavarafeløgini tikið upp 1132 gørn, línir, rúsir og annað slag av fiskireiðskapi.

Tað er ”Norges Dykkerforbund” sum rindar kavarafeløgunum fyri at finna fiskireiðskap.

 

De ti på topp er:

Søgne dykkerklubb (181 redskaper)

Mandal Dykkerklubb (149 redskaper)

Drøbak Undervannsklubb (92 redskaper)

Havhesten Undervannsklubb (84 redskaper)

Ørland Froskemannsklubb (62 redskaper)

Egersund Undervannsklubb (53 redskaper)

Octopus Dykkerklubb (51 redskaper)

Slettaa Dykkerklubb (40 redskaper)

Askøy Sportsdykkerklubb (40 redskaper)

Lillesand Snorkle og Dykkeklubb (38 redskaper)

(Tall fra januar-april i år)

 

Tú kanst lesa meira um appina er her.