Aftur í 2018 skipar Treysti fyri FM í hálvmaraton í Klaksvík. Treysti hevur høvuðsstuðul, sum er Norðoya Sparikassi, og tí verður heitið á kappingini: NS hálvmaraton Klaksvík 2018. Kappingin verður hildin leygardagin 5. mai kl. 14.00.
Talan verður um eitt sokallað býar hálvmaraton, tí tað verður bert runnið í býnum, á einum rundteini á 5,3 km. Hetta verður samstundis FM í hálvmaraton.
Umframt hálvmaraton so verður eisini skipað fyri 5 km motiónsrenning og barnarenning.
Startur og mál verða á vegnum høvuðsdeildina hjá Norðoya Sparikassa og Betesda. Hálvmaraton verður runnið fýra ferðir norður til Stangaskákið (Victor á Lakjuni) og út á Bumshamar (Torvgøtu) at venda.


