Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

NS hálvmaraton verður leygardagin

Frælsur Ítróttur

Leygardagin 1. august verður NS hálvmaraton í Klaksvík. Tað er flutt frá 16. mai vegna Korona.

Aftur í ár skipar Treysti fyri NS hálvmaraton í gøtunum í Klaksvík. Hálvmaraton hevur øll árini síðani 2012, verið hildið í mai mánað, men orsakað av Korona, so er tiltakið flutt til 1. august, og verður avgreitt smb. tilmælunum frá mynduleikunum.

Byrjað verður kl. 13.30 við barnarenning og kl. 14.15 byrjar hálvmaraton. Samstundis sum NS hálvmaraton er kapping um at vinna FM, so er eisini talan um opna kapping har øll kunnu luttaka. Rutan verður tann sama sum undanfarin ár tvs. startur og mál eru uttanfyri Norðoya Sparikassa og harfrá verður fyrst runnið norður til Victor á Lakjuni at venda og aftur, og so út til endan á Stoksoyravegi at venda og aftur. Hetta skal rennast fýra ferðir. Rutan í Klaksvík er uppmátað og DAF-góðkend og føroya skjótasta hálvmaraton-ruta.

Møguleiki er eisini at renna við í NS motiónsrenning, sum er eitt umfar av hálvmaraton teininum. tvs. 5,3 km. Motiónsrenningin er stuðulsrenning og fer alt luttøkugjaldið á kr. 100,- sum stuðul til Sóljubussin hjá Sjúklingahotellinum í Keypmannahavn.

Meiri kunning og leinkjur til tilmelding til hálvmaraton, motiónsrenningina (stuðulsrenning) og barnarenningina er at finna á heimasíðuni hjá Treysti. Leinkjan er her: NS hálvmaraton 2020