(Úr Eystanstevnublaðnum hjá Norðlýsinum) Triðja árið á rað møtast NSÍ og Víkingur á Eystanstevnu.
Leygarkvøldið eftir kappróðurin á Eystanstevnu kl.18.00 verður landskappingar- og grannadystur millum verandi føroyameistarar og steypavinnarar. NSÍ og Víkingur møttust eisini á Eystanstevnu í 2016, tá NSÍ vann 4-2, og í fjør møttust liðini í Sarpugerði í Norðragøtu sama vikuskiftið sum Eystanstevna var í Runavík. Tá vann NSÍ 2-1. Í ár hava liðini spælt einaferð móti hvørjum øðrum, og tá vann NSÍ 2-1 í Norðragøtu. Fyri fáum árum síðani var tað Víkingur, sum greitt hevði yvirtakið á NSÍ yvir langa røð av dystum, men hetta er broytt seinastu árini. NSÍ kann vinna sín triðja Eystanstevnusigur á rað móti júst Víkingi, samstundis sum NSÍ kann vinna sín fjórða sigur á rað í landskappingini móti Víkingi. Undan dystinum er NSÍ eisini betri fyri, bæði hvat viðvíkur stigum og formi. NSÍ hevur 26 stig, sum eru 6 stig fleiri enn Víkingur, meðan NSÍ seinastu fimm umførini hevur fingið 10 stig, meðan Víkingur hevur fingið 6 stig.
Dystir millum Víking og NSÍ:
Dystir: 31
Víkingur vunnið: 20
Javnleikur: 1
NSÍ vunnið: 10
Víkingur skorað: 61
NSÍ skorað: 38
Í Norðragøtu:
Víkingur vunnið: 10
Javnleikur: 1
NSÍ vunnið: 5
Í Runavík:
Víkingur vunnið: 10
Javnleikur: 0
NSÍ vunnið: 5
Toppskjúttar
Finnur Justinussen 12 mál
Árni Frederiksberg 9
Klæmint A. Olsen 9
Sølvi Vatnhamar 8
Andreas L. Olsen 7
Christian Høgni Jacobsen 5
Atli Gregersen 4
Hans Pauli Samuelsen 4


