Liðini hava ikki langa tíð, áðrenn farið verður í gongd í Effodeildini 2015.
Longu 1. mars verður 1. umfar í Effodeildini. So tíðliga hevur kappingin ongantíð byrjað áður. Flestu liðini eru byrjað at venja ella byrja tey mánakvøldið. Áðrenn kappingarbyrjan eru tvær kappingar og ein stórsteypadystur umframt, at tað uttan iva vera nógvir venjingardystir.
Skráin fram til 1. umfar sær soleiðis út:
31. januar: VFF Cup (Kapping í Havn fyri øll Effoliðini, sum Venjarafelagið skipar fyri)
14-15. februar: Klaksvíkskappingin (KÍ, B36, HB og Víkingur luttaka)
22. februar: Stórsteypadystur (B36-Víkingur)
1. mars: 1. umfar í Effodeildini




