Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nú byrjar vetrarkappingin í renning

Tíðindaskriv

Aftur hendan veturin fer Frælsur Ítróttur Føroya saman við feløgunum at skipa fyri vetrarkapping í renning, og lagt verður til brots nú leygardagin á Toftum, tá siðbundna kappingin “Runt Agnið” skal rennast.

Kappingarleisturin verður júst hin sami, sum undanfarnu tvey árini. Átta kappingarumfør kring alt landið, har feløgini skiftast til at skipa fyri. Kappingarnar verða hesar:

1. Runt Agnið, Toftir – 5. november. Roysnið skipar fyri

2. Kerjarenning, Tórshavn – 19. november. Hvirlan skipar fyri

3. Á Argjahamri, – 3. desember. Bragdið skipar fyri

4. Sørvágur, Bøur, Sørvágur 21. januar. Frælsi skipar fyri

5. FM í lendisrenning í Hoydølum 4. februar. Bragdið skipar fyri

6. Á Fossanesi, Norðdepli 4. mars. Treysti skipar fyri

7. Trongisvágur, 11. mars. Hvistan skipar fyri

8. FM 10 km landaveg – Runavík, 25. mars. Roysnið skipar fyri

Runnið verður í 10 ymiskum bólkum. Bólkað verður sundur í gentur, dreingir, kvinnuunglingar, mansunglingar, opin bólkur kvinnur, opin bólkur menn, kvinnuveteranar, mansveteranar, superveteranar við kvinnum og superveteranar við monnum.

Eisini verður liðkappingin hildin eins og undanfarnu árini, tó bert í opna bólkinum, har tað eru tríggir teir bestu rennararnir úr hvørjum felagið, sum mynda fyrsta lið.

FÍF leggur stóran dent á, at øll kunnu renna við. Einasta kravið er, at børn eru fødd í 2005 ella fyrr. Mangan er kalt og illsligt at renna á hávetri, og tí verður hetta ikki mett at vera fyri smærri børn.

Høvuðsstuðul hjá Frælsum Ítrótti Føroya er Tryggingarsambandið Føroyar, og tí ber kappingin navnið TF Vetrarkappingin.

Kappingin er serliga spennandi tey árini oyggjaleikir standa fyri framman, tí rennararnir skulu helst longu nú vísa ein rímuligan grundform. Støðið á okkara bestu heimligu rennarum er høgt í løtuni. Serliga hjá monnunum sær tað spennandi út, nú fleiri rennarar vísa støði, sum vit ikki hava sæð leingi.

Kappingin á Toftum byrjar við Tofta Skúla klokkan 11.00 leygardagin. Fyrstu rennararnir kunnu væntast á mál einar 35 minuttir seinni á Toftakai. Børnini, sum renna 5 km verða tó longu á málinum einar 15 minuttir áðrenn fremstu menninir.

Meira kunning og tilmelding til kappingarnar fer fram á www.fif.fo