Fimleikurin er ein av mest eftirspurdu ítróttargreinunum í Norðoyggjum, men manglandi og óhóskandi hølisviðurskifti forða fyri at nøkta stóra áhugan. Uttan betri hølir verður tað torført at víðka um tilboðið og tryggja luttøku hjá øllum. Tað er tí neyðugt at endurskoða karmarnar fyri fimleikin í kommununi.
Tá tað herfyri varð latið var upp fyri tilmeldingum til fimleik, sótu nógv foreldur, eins og undanfarin ár, klár við knappinum at melda teirra børn til fimleik. Tað ræður um at gera skjótt av, tí tað vísir seg, at tað gongur gera skjótt at fylla tøku plássini. Oftani er bert talan um nakrar minuttir, so eru eingi pláss eftir. Tíverri vísir tað seg, at ofta verða tað fleiri skuffað børn og foreldur, sum ikki sleppa við. Ein kann siga, at so eigur fimleikafelagið KFF at stovna fleiri hold, so at øll sleppa við. Men so lætt er tað ikki altíð. Trupulleikin er nevniliga, at hølisviðurskiftini ikki eru í lagi.
Hølisviðurskiftini eru ein forðing
Okkara lokala fimleikarfelag manglar ein fastan bústað. Verandi støða við at vera felags um gomlu skúlahøllirnar hevur inntil víðari verið loysnin, men hesar umstøður eru ikki hóskandi longur. Vilja vit fimleikinum væl, so má kommunan bjóða seg fram og slóða vegin fyri, at fimleikurin fær eina trygga framtíð. Tíðin er komin til at finna saman og seta okkum sum mál at skapa nýggjar, tíðarhóskandi karmar til fimleikin.
Fimleikurin stórtrívist í Norðoyggjum
Fimleikurin í Norðoyggjum stórtrívist. Til seinasta fimleikafagnaðin í mars var fult hús í badmintonhøllini, bæði við áskoðarum og fimleikarum. Umframt nógvar framførslur fingu vit at vita, at limatalið er sera stórt. Vit skulu vera takksom fyri allar hesar eldsálir, sum gera eitt risastórt ólønt arbeiði.
Sjálvstýri vil betra um frítíðartilboðini
Vit í Sjálvstýri hava tosað nógv um fimleik og onnur frítíðartilboð á okkara fundum. Vit vilja hava breidd og møguleikar fyri okkara ungu, veri tað seg innan ítrótt, frítíð ella kreativitet.
KFF eigur at vera næst í røðini
Persónliga haldi eg, at Klaksvíkar Fimleikafelag hevur gjørt sítt forarbeiði so mikið væl, at tað er einki annað enn náttúrligt, at KFF eigur at vera fyrst fyri, tá ið næsti stóri pengasekkur verður útlutaður frá kommununi til slík endamál. Við at seta fimleikin á breddan, raka vit ein stóran bólk av fólki og lyfta fimleikin upp á eitt hægri støði.
Fimleikur gevur jaligan ávirkan
Ágóðin fyri kommununa er eyðsæð stórur. Jaliga ávirkanin, ið ítrótturin hevur á lokalsamfelagið, skal ongantíð undirmetast, ikki minst kropsliga og sosialt.
Kom og íðka fimleik – tað er stuttligt!
Hjalmar Zachariassen
Sjálvstýri




