Klaksvíkar Róðrarfelag skipar fyri stuðulsrógving á vágni í morgin kl. 14. Allur stuðul er kærkomin í løtuni, og vit vóna at fólk taka væl undir við tiltakinum, sigur Sonja Kjølbro, forkvinna.
Fleiri av okkara manningum hava havt sera góð úrslit í summar, og nú hava rógvararnir sett sær fyri at rógva stuðulsrógving, so at vit fáa neyðugu inntøkurnar til felagið í ár.
Vegna korona-støðuna fara rógvararnir ikki at ganga hús í hús við stuðulsskjali, men heldur kunnu øll stuðla á atgongumerki.fo við trýsta á leinkjuna niðanfyri:
https://krf.atgongumerki.fo/webshop/event/1231550/order/info
Eisini er møguligt at stuðla við vanligari flyting á stuðulskontu 9865 1029961.
Tey sum stuðla, eru við í dráttinum um eina WEBER borðgrill.
Klaksvíkar Róðrarfelag takkar hjartaliga fyri hvørja einastu krónu.


