Seinastu hagtølini siga, at ongin tilburður hevur verið av Corona teir seinastu 14 dagarnar í Norðoyggjum, Norðurstreymoy, Sandoy ella Suðuroy. Eiheldur er nakar útlendingur, staddur í Føroyum, staðfestur smittaður seinastu 14 dagarnar. Í Vágum er ein einstakur tilburður staðfestur seinastu 14 dagarnar, tríggir búgva í Eysturoynni, meðan nógv teir flestu tilburðirnir hava rakt Suðurstreymoy. Tilsamans 16 fólk, búsitandi í Suðurstreymoy, eru smittað seinastu 14 dagarnar.
Yvirlitið er gjørt eftir, hvar tey kannaðu búgva. Tað vil siga, at er ein borgari búsitandi í Eysturoynni smittaður, so telur hann við í Eysturoynni – óansæð hvar hann er kannaður.
Á corona.fo stendur eisini, at til samans eru 409 fólk smittað síðani 1. juli, og knapt helvtin av teimum hava verið búsitandi í Suðurstreymoy. Miðstaðarøkið er sostatt tað, ið hevur verið harðast rakt, bæði lutfalsliga og í absoluttum tølum, eftir tann 1. juli.
Norðoyggjar hava bert havt 3 tilburðir eftir 1. juli, og sum nevnt ongan teir seinastu 14 dagarnar. Støðan við útlendskum skipum er eisini sera nógv batnað, tí ongin útlendskur sjómaður m/k er staðfestur smittaður seinastu tvær vikurnar. Tí er tað ikki at taka munnin ov fullan at siga, at Norðoyggjar hava megnað at bast Coronasmittuni nú, og líknandi, nærum eins vøkur tøl eru at síggja í Sandoynni og í Suðuroynni, umframt í Norðurstreymoy.
Tilsamans eru staðfestir 20 Coronatilburðir tær seinastu 2 vikurnar, og av teimum hava 80% verið í miðstaðarøkinum, 5% í Vágum og tey seinastu 15% prosentini í Eysturoynni.



