Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Nú er eitt sindur lýggjari

Hanus Kjølbro

Tað er ikki meiri luft av Norðpólinum, sum kemur til Føroya.

Nú er tað luft úr miðjum Norðuratlantshavi, sum vit merkja.

Hitin klokkan 14 í dag er 1-2 stig kring landið. Í gjár vóru minus 1 ella 2 stig.

Eysturætt í dag – vindferðin 2 til 7 m/s. Í kvøld og í nátt landnyrðingur, sama vindferð. Ælingar við kava alla tíðina. Tað sæst á flykrunum, hesi 2-3 hitastigini, sum eru komin afturat.

Fyrrapartin í morgin gongur hann aftur upp í norðan – og ikki nógvur vindur, minni enn 5 m/s.

Seinnapartin í morgin og annaðkvøld verður beinur norðan, 1-2 m/s. Tá eru vit á hátrýstrygginum eina í nakrar tímar – ættin koppar niður í landsynning-sunnan eina ferð tíðliga týsmorgun.

Hitin í morgin fer at liggja úr frostmarkinum og nøkur stig uppeftir.

Fyrrapartin týsmorgun fer vindur at veksa – á middegi eru 5 til 10 m/s. Seinnpartin veksur hann uppaftur meir – um kvøldið er fitt av vindi og regn.