Brúgvalagið, sum hevur ligið oman fyri okkum allan dag, er nú farið norðurum. Tað var heit luft úr Suðurevropa, sum trýsti kalda luft av pólinum norðureftir. Nú eru nøkur stig lýggjari – ælingar eru nú regn og/ella vátakavi.
Ættin er framvegis landnyrðingur, men vindferðin er minkað heilt fitt.
Í nátt fer at minka niður í 5 m/s, og tíðliga morginári fer ættin niður í eystan í nakar tímar. Fram ímóti middegi er aftur landyrðingur, og soleiðis verður restina av degnum. Vindferðin í morgin fer at liggja um 5 m/s.
Í morgin fara at vera ælingar við regni ella vátakava stóran part av degnum.
Hitin í morgin verður um 3-5 stig.




