Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Nú fáa vit at síggja hvat fer at koma frá landsstýrismanninum

Oliver Joensen

Á mótmælisgonguni í Havn av Bursatanga og niðan í Portugalin, sum oyggjafólk skipaðu fyri, var pressan væl umboðað. Sjálvt Norðlýsið var á staðnum við tveimum fólkum. Sigast kann, at oyggjafólkini hava fingið sett seg í brennidepilin hvat samferðslu viðvíkur.

Men umframt tað kom ikki nógv burturúr “fundinum” við landsstýrismannin í samferðslumálum. Tó, hann skal sjálvandi hava tíð at hugsa seg um, nú hann hevur fingið fleiri tungtvigandi skriv frá ónøgdum borgarum. Hóst fólk vóru sera hampulig og í góðum lag, so var álvorin í málinum ikki at taka feil av. 

Fingið er í hvussu so er burturúr, at politiska skipanin hevur fingið inn, at her má nakað gerast og pressan fer óivað at spyrja inn til ætlanir hjá landsstýrismanninum komandi dagarnar, tí hann hevði onga loysn til tey, ið vóru møtt at mótmæla. Vit fáa at síggja hvussu leikur fer.

Her nakrar stuttligar myndir afturat: