KÍ hevur einki annað at spæla fyri í landskappingini enn metum.
Sunnudagin vitjar KÍ hjá NSÍ í 24. umfari í Betri Deildini. Meðan NSÍ hevur alt at spæla fyri í harða niðurflytingarstríðnum, so er KÍ FM-vinnari og hevur sum so einki at spæla fyri. Men nøkur met standa uppá spæl hjá KÍ. KÍ kann blíva fyrsta liðið, sum ongan dyst tapur síðani kappingin bleiv 27 umfør, KÍ kann fáa flest stig nakrantíð og KÍ kann lata fæst mál ígjøgnum nakrantíð við 27 umførum. Hetta síðsta metið eigur KÍ sjálvt í 2021.
KÍ hevur í landskappingini vunnið seks dystir á rað móti NSÍ síðstu árini.


