Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nú kunnu vaksin koppsetast ókeypis fyri meslingum

Tíðindaskriv

Vaksin, sum ikki hava havt meslingar ella sum ikki eru koppsett ímóti hesi sjúku, kunnu nú verða koppsett ókeypis. Tey, sum ynskja at verða koppsett skulu venda sær til kommunulæknan. Koppsetingin verður veitt sum ein MFR-koppseting, og hon verjir harafturat ímóti reydlingum og fárasjúku.

Landslæknin mælir øllum, sum ikki hava havt meslingar ella longu eru koppsett, til at lata seg koppseta, um fara tey av landinum.