Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Nú má bera ella bresta í Løgtinginum

Jóhann Lützen

Telduskipanin hjá Løgtinginum krasjaði eina løtu, m.a. tí at so mong fólk vildu stroyma hann. Tað tók eina góða løtu at fáa í rættlag, men nakað fyri klokkan fýra bleiv tingfundurin so endiliga settur. Og nú er greitt, hvat uppskotið hjá Christiani Andreasen gongur út uppá. Men tingmaðurin er ikki heilt vísur í, at uppskotið vinnur frama. Møguliga fella bæði broytingaruppskotið og upprunauppskotið, og tí er spenningurin stórur.

Uppskotið hjá Christiani F. Andreasen gongur út uppá, at um bert eitt foreldur er juridiskt foreldur hjá barninum, so fær tað foreldrið alt, og kann geva sínum maka burturav. Tað merkir, at løgfrøðiliga foreldrið kann lata makan taka ein part av barsilsfarloyvinum og barsilspeninginum. Inntøkan hjá løgfrøðiliga foreldrinum skal vera útrokningargrundarlagið fyri støddini á gjaldinum.

Tað merkir m.a., at um tað ikki-løgfrøðiliga foreldrið forvinnur meira enn løgfrøðiliga foreldrið, so verður tað tann lægra inntøkan, ið avger barsilspeningin. Spurningurin er so, hvussu væl hetta verður móttikið. At Christian F. Andreasen er einsamallur uppskotsstillari fortelur, at samgongan neyvan er samd um broytingaruppskotið heldur.

Fyrr í dag varð greitt, at Kristin Michelsen ikki er við á tingfundinum, og um Johan Dahl atkvøðir saman við andstøðuni, og tað endar við at standa 16-16, so fellur broytingaruppskotið. Men tað sama ger seg galdandi viðvíkjandi upprunauppskotinum. Ein møguleiki er at senda skjóta málið út til horna við at senda uppskotið aftur í nevnd, men tann møguleikin er ikki havdur á lofti, í øllum førum ikki enn.

Fellur uppskotið við 2. viðgerð, fer tað ikki víðari til 3. viðgerð, so øgiligur spenningur er í luftini. Tað prógvar gravgangurin eftir at stroyma tingfundin eisini.