Tað er ørkymlandi at lesa svarið frá landsstýrismanninum í Heilsumálum, nú løgtingslimir hava spurt ymiskar spurningar viðvíkjandi menningarætlan, samleika, kostnaði og annað.
Fyrst ætlaði landsstýrismaðurin at leggja alla fíggjarstýringina av Klaksvíkar Sjúkrahúsi og Suðuroyar Sjúkrahúsi undir forstjóran, og næsti leikur var at avtaka uppløgdu nøvnini á sjúkrahúsunum í Føroyum.
Við seinasta svarinum til løgtingslimir ger landsstýrismaðurin somuleiðis púra greitt, at hann vil halda fast við menningarætlanina, og við hesari fráboðan hevur hann tikið stafettina frá undanfarnu landsstýriskvinnu fyri Tjóðveldi.
Verður menningarætlanin fylgd, verða smáu sjúkrahúsini avtikin.
Seinastu mánaðirnar er sjón fyri søgn, at menningarætlanin hevur eittans endamál, og tað er at miðsavna sjúkrahúsvirksemið í Havn, meðan smærru sjúkrahúsini verða niðurløgd so spakuliga.
Tí er mín vón, at allar góðar kreftir í løgtinginum standa saman um Klaksvíkar Sjúkrahús, sum vit við hørðum stríði hava ment og varðveitt til gagns fyri alt norður-eysturøkið í Føroyum.
Lat ikki miðsavnanina oyðileggja okkum Klaksvíkar Sjúkrahús eisini.
Jógvan Skorheim,
borgastjóri



