Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Nú regnar um alt landið

Hanus Kjølbro

Landsynningur-sunnan í morgun, 5 til 10 m/s, og allar støðir Landsverks siga frá regni.

Eitt lágtrýst við vindi og regni er ávegis, men tað fer ikki at skikka sær akkurát sum spátt varð fyrradagin.

Byrjandi við degnum í dag, so fer vindurin at koma úr landsuðuri til nakað eftir døgurða, tá ið ann fer at ganga upp í móti landsynningi-eystri. Vindferðin er um 5 til 10 m/s, men seinnapartin fer at veksa eitt vet – upp í 8 til 13 m/s.

Tað fer at regna allan dag – í støðum kanska onkrar turrar løtur. Eitt samanrunnið brúgvalag liggur væl parkerað oman fyri Føroyar, og tað fer at seta sín dám á dagin. Mesta regni verður seint seinnapartin.

Í kvøld er aftur sunnan, lítil vindur og turt. Men tað varðar ikki leingi, tí í nátt fer vindurin at veksa eitt lítið sindur, upp í 5 til 10 m/s, úr landsynningi, og tað fer aftur at regna.

Í morgin ári støkkur hann niður í sunnan, vindur minkar niður um 5 m/s, og tað verður turt.

Út á fyrrapartin í morgin veksur hann aftur vindin spakuliga, ættin fer í landsynning.

Seinnapartin í morgin verður hann vestan, veksandi skjótt út lítlum og ongum til 15 til 20 m/s tíðliga um kvøldi, og tað fer at regna.

Fríggjanátt og fríggjamorgun fer vindurin at minka, og tað verður turrari.

Tá ið lágtrýst soleiðis koma beint á okkum, eru forsagnirnar ikki lættar at gera. Ein lítil munur í gongdini á lágtrýstinum ger stóran mun í veðrinum hjá okkum.

Tí steðgi eg her….