Við sera sannførandi spæli vann KÍ greiðan sigur í Klaksvík móti TB/FCS/Royn í dag.
KÍ vann 3-1 og tað var alt ov lítið ímun til dystargongdina, har KÍ gjøgnum allan dystin spældi væl og skapti nógvar málmøguleikar. Málini hjá KÍ skoraðu Jóannes Bjartalíð, Óli Ey. Poulsen og Páll A. Klettskarð. Málið hjá TB/FCS/Royn skoraði Pape Faye.
Sigurin hjá KÍ merkir, at dysturin leygardagin millum NSÍ og KÍ verður ein dystur um silvur heiðursmerkini. NSÍ klárar seg við javnleiki. Taparin verður møguliga nummar 4, um B36 vinnur sín dyst móti Skála.






























































































































