Fyrrverandi borgarstjórin, Jógvan við Keldu, skrivar eina áhugaverda hugleiðing á sínum facebook vanga, um tíðina tá kreppa var í vinnuni og samfelagnum, undir yvirskriftini “Tíðarrensl – eftir 25ár
Fyri 25 árum síðani vóru allir tættir í samfelagnum farnir fíggjarliga umkoll, og fiskivinnan lá í sori. Danskir myndugleikar settu tjóðina upp móti vegginum, og leivdirnar av bankaverkinum fingu danska ríkið at seta pening í, so formidabli “mølposin” sá dagsins ljós, har onkur sluppu í, meðan aðrir máttu lúta.
Hvørki vinnan á landi ella reiðaríðini í Klaksvík vildu fongslast í “ókenda mølposan”, men garparnir tóku sjálvir um endan.
Tað sum hendi var, at skiparar, stýrimenn, manningar o.a. settu pening í heimaflotan, har aðrir føroyingar runnu undan, uppsjóvarflotin í Klaksvík var bjargaður av okkara egnu stríðsmonnum.. Her var lopið á bláman, tí ikki bar til at gevast, um Klaksvíkin skuldi fáa mat í munnin, spurningurin varð um “siglt varð á land” ella reiðaríðini vóru ein “søkkandi skúta”. – Her vóru allir vøddar spentir og hendinga heilar brúktir.
Arbeiðarafeløgini, handverkarafeløgini saman við øðrum góðum fólkum keyptu Kósavirkið aftur og fólkið slapp til arbeiðis.
Tíðin gekk og tað sum varð sáað kom undan jarðarskorpuni, tað spretti og fór at vaksa og sum árini gingu, gjørdust hesir tættir til eina lutfalsliga góða forrætning og gav øllum – til endan – arbeiði eftir at bæði manningar, reiðarí, arbeiðsfólk høvdu slitið seg ígjøgnum.
TÁ VAR HUGALIGT AT VERA BORGARSTJÓRI!!! 🙂
Ídag gera politikarar, akademikarar, mentafólk, tónleikarar, søgufólk, sentralistar o.l. seg inn á hesi, hála pening frá hesum – EYKA – inn í landskassan eftir skatt og avgjøld, aftaná, at hesi onki minni enn vunnu eitt “kríggj” bæði við náttúruna, “mølposan” sentralistisku kreftirnar o.s.fr.
Eg spyrji, hvar vóru øll tey, sum ídag rópa upp um, at hesi omanfyri vinna ov nógvan pening. Hetta er ikki bara ólátað, men eitt bakbit á egið fólk.
Kundi ikki lata vera við at gera hesa viðmerking og hon er meint, sum hon er skrivað.
Men eg endurtaki: TÁ VAR HUGALIGT AT VERA BORGARSTJÓRI FYRI FÓLKI VIÐ TÍLÍKUM STRÍÐSANDA FYRI AT GEVA FØROYINGINUM MAT Í MUNNIN. – TÍ EIGA VIT HETTA HENDINGA SAMFELAGIÐ VIT ÍDAG EIGA.!!!!



