Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Nú verður KÍ eisini partur av stroymingini hjá FSF/Televarpinum

Jákup Ósá

Á aðalfundinum hjá KÍ í kvøld kom fram, at KÍ nú eisini verður partur av stroymingini.

Televarpið stroymdi í 2019 allar dystirnar í Betri Deildini hjá monnum uttan teir í Klaksvík, tí KÍ valdi at halda seg uttanfyri. Men nú hevur KÍ gjørt av at fara við í samstarvið um stroyming.

– Fótbóltsføroyar hava hungrað eftir, at fingið KÍ við og vit hugsa eisini um okkara mongu viðhaldsfólk runt um í heiminum, sum nú fáa møguleikan at síggja allar dystirnar hjá KÍ, sigur Tummas Lervig við Norðlýsið.