Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Nú verður sett á at grava

Dávur Winther Myndir: Dávur Winther

Stóra maskinan hjá Kanjon, sum er høvuðsarbeiðstakari fyri hesi spennandi verkætlan, er komin í økið. Teir eru nú í ferð við at innrætta seg í økinum, og so verður ferð sett á gravingina.

Í longri tíð hevur verið grivið fram við um- og tilbyggingini av Posthúsinum í Klaksvík, sum so skal verða komandi mentanarhúsið í býnum.

Sjálvt graviarbeiðið tekur ein góðan mánaða og so byrjar fundaments- og leiðingsarbeiðið.

Eftir ætlan verður nýggja mentanarhúsið í Klaksvík tikið í nýtslu fyrst í 2022.