Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Nú vit telja niður til mentanarhúsið letur upp

Annika Steintórsdóttir Biskopstø

Okkara mentanarperla kundi havt eitt annað navn. Í øllum førum var tað so í mínum hugaheimi ta løtuna eg stóð og skoðaði verkið. Og eg havi eina kenslu av at fleiri hugsa tað sama.

 

 

Eg var heppin at vitja nýggja mentanarhúsið í Klaksvík herfyri. Tað var sum at traðka inn í ein nýggjan heim í heimstaðnum. Eg fekk gásarhold eina løtu, føldi meg lítla, hevði somu kenslu sum tá man hyggur at himmalhválvinum eina stjørnuklára nátt. Eg stóð eina løtu í tøgn og ímyndaði mær møguleikarnir, sum húsið og fantastisku karmarnir kunnu geva okkum øllum. Mentanin hevur verið heimleys í Klaksvík í alt ov langa tíð, hóast hon hevur livað í krókunum og givið okkum so nógv. Men skjótt kunnu vit savna hana og fólkið, og geva mentanini eitt væl uppiborið rúm.

 

.. Men enn einaferð kom Varpið til mín. Sum eg stóð har, royndi eg at fáa navnið at hóska til júst hendan bygningin, tí eg havi virðing fyri avgerðini sum dómsnevndin hevur tikið, men eg fekk tað illa at harmonera.

 

Varpið hoyrir søguliga til økið undir býráðshúsinum og sipar til nakað annað. 

 

Mentanarhúsið er eitt óskrivað blað, og vit fara nú øll í felag at skapa innihaldið og bestu fortreytirnar fyri at húsið kann rúma sína egnu serstøku forteljing. Eina søgu, sum ikki verður varpað út, men sum vónandi kemur at søkkja djúpri og lyfta okkum hægri – og kveikja vón. Júst sum himmalhválvið eina stjørnuklára nátt.

 

Okkara mentanarperla kundi havt eitt annað navn. Í øllum førum var tað so í mínum hugaheimi ta løtuna eg stóð og skoðaði verkið. Og eg havi eina kenslu av at fleiri hugsa tað sama. 

 

Annars væl arbeitt góðu Jóhanna og Signhild, núverandi og fyrrverandi mentanarforkvinnur, og tit mongu, sum hava staðið handan verkætlanina ígjøgnum ár og dag og fingið hana at eydnast.