Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Nýggi blokkurin til Norðborg á veg úr USA 

Tekstur og myndir: Oliver Joensen.

Sum skilst, so fór motorblokkurin, sum Norðborg hevur keypt úr USA, úr Portland í gjárkvøldið. Tað er ikki hissini “pakki”, sum fór umborð á “EF AVA” hjá Blue Water. Nýggi blokkurin vigar um 25 tons.

Eftir ætlanini verður AVA í Vestmannaoyggjunum 30. juli og í Føroyum 31. juli.

Umborð á Norðborg er gjørt klárt at taka gamla blokkin úr skipinum  og at seta nýggja blokkin í maskinrúmið. Men meira um tað seinni.

Myndir av nýggja blokkinum undir fluttningi við Blue Water: