Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Nýggi Christian í Grótinum verið fyrsta royndartúrin

Jóhann Lützen

Okkum eru sendar myndir, ið vísa tá nýggi Christian í Grótinum fór sín fyrsta royndartúr. Bogi Rasmussen skipari sigur at alt hevur gingið gott higartil

Nýggi Christian í Grótinum er 89,35 metrar langur og 17 metrar breiður. Skipið fer at lasta um 3.000 tons av niðurkøldum uppisjóvarfiski í 16 RSW tangum. Kostnaðurin fyri skipið fer at liggja um 300 milj. kr.

Herfyri segði Bogi Rasmussen við Norðlýsið, at roknað verður við at skipið verður á Klaksvík einaferð fyrst í februar. Bogi Rasmussen segði okkum, tá vit vitjaðu umborð, at sáttmálin við skipasmiðjuna sigur at skipið skal latast teimum 27. januar. Men, legði Bogi afturat, eg rokni við at tað fara at ganga nakrir dagar frá tí, til vit eru klárir at sigla.

Myndirnar eiga ávíkavist Fishfacts og Jóan Pauli í Geil