Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggi sangurin hjá Árna Andreasen

Jóhann Lützen

”Vit vóru ung” eitur nýggjasti sangurin hjá Árna Andreasen.

 

Í februar útgav Árni sangin ”Tá eg sá teg”, sum náddi hæddirnar eftir stuttari tíð. Nú kemur so tann næsti sangurin sum er um glaðar ungdómsdagar. Orðini til sangin hevur Árni skriva saman við Janus Nolsø. Lagið hevur Árni gjørt fyri nøkrum árum síðani, og enn einaferð er tað sonur Árna, Julian sum so meistarliga hevur staðið fyri upptøkum, ljóblanding og mastring. Johan Henze hevur spælt trompetir til sangin og tað hevur hann gjørt meistarliga.

Hesin nýggi sangurin ”Vit vóru ung” er ein glaður summarsangur sum hevur eitt dám av reggaerútmun í sær, er lættur at syngja til og sangurin fær fólk í gott lag. Árni og Julian skulu saman við bólki framføra á Tórsfest 22 juli kl 19 og tá verður møguleikin at hoyra hendan nýggja sangin framførdan saman við væl umtøkta ”Tá eg sá teg” umframt aðrar sangir sum Árni og Marnar góvu út fyri nógvum árum síðani.

”Vit vóru ung” kann hoyrast á Spotify og Youtube

https://youtu.be/t0WO4sFcPfU