Finn Hansen, tilbúgvingarleiðari í Norðoyggjum sigur, at tað kemur sera væl við hjá Klaksvíkar Sløkkiliði, at Bý- og Bygdarráð í Norðoyggjum eru gingin saman um at útvega liðinum ein nýggjan og sera framkomnan stigabil.
Sløkkiliðið átti áður ein gamlan stigabil, men hann hevur ikki virka seinastu umleið tvey árini. Í dag er tørvurin á einum slíkum bili sera stórur, tí sum flestu vita, so eru fleiri stórir og høgir bygningar komnir aftur at hesi seinastu árini og vit kunnu rokna við enn fleiri í komandi tíðum. Tí er umráðandi at vit røkka langt um eldur kemur í ein høgan ella eisini ein breiðan bygning.
Sum sæst á myndunum niðanfyri, so var Norðlýsið boðið við upp í kurvina á stigabilinum í einum royndartúri í dag.
Saman við Esmar Vágsá, sum stýrdi kurvini og kommunustjóranum, Rúna Rasmussen, var undirritaði lyftur upp á 30 metrar hædd. Tað var ein uppliving, sum ein seint gloymir. Ikki minst var eitt sindur av spenningi í, tá vatn varð sett til stigabilin og byrjað var at “skjóta” við vatnkanónini, ið gevur 2000 litrar av vatni um minuttið. Kurvin, vit vóru uppi í er sera væl útgjørd, umframt vatnkanónina, so er har ein pallur, ið portørarnir á Klaksvíkar Sjúkrahúsi kunnu festa eina sjúkrabøru á, soleiðis at stigabilurin kann lyfta sjúklingar av fjórðu hædd úr einum bygningi, um tað er neyugt. Harafturat eru tvinnir ljóskastarar ella “sólir”, ið kunnu lýsa upp arbeiðisøkið hjá sløkkiliðnum tá arbeitt verður í myrkri. Eitt sprinklaraanlegg, sum skal tryggja mannin í kurvini ímóti eldi og hita er eisini ein partur av útgerðini.
Í gjár og í dag, hava sløkkiliðsmenn undir serkønari hjálp úr Danmark sett seg inn í at brúka hetta nýggja tólið.
Jú, sigur Finn Hansen at enda tá eg, Rúni og Esmar eru komnir niður aftur á havnaøkið, hetta nýggja tóli er eitt stórt sig á vegnum, at gera Norðoyggjar til eitt enn tryggari stað at búleikast í.























































































