Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Nýggi stjórin í Norðoya Kunningarstovu hevur havt sín fyrsta starvsdag

Tíðindaskriv

Jórun Gardar tók formliga við stavinum 1. juni og Jógvan Skorheim, borgarstjóri, og Eirikur í Jákupsstovu, vinnu- og mentanarstjóri, bjóðaðu henni í dag vælkomnari og ynskti henni bestu eydnu í starvinum

-Eg havi glett meg nógv at byrja, og tí er frálíkt at vera komin í gongd. Arbeiðsøkið er nýtt fyri meg og uppgávurnar nógvar, tí vil eg sjálvsagt nýta fyrstu tíðina at seta meg inn í allar tær spennandi uppgávurnar, sum liggja fyri framman, sigur Jórun Gardar.

Jórun Gardar hevur fjølbroyttar arbeiðsroyndir og hevur tey seinastu árini starvast sum ráðgevi í Vinnuhúsinum.

Jórun skal í samstarvi við nevndina skipa fyri, at ferðavinnan í Norðoyggjum framhaldandi kann vaksa og mennast, og skal hetta skipast í tøttum samstarvi millum kommunur og vinnulív í økinum.

Klaksvíkar kommuna ynskir Jóruni góða eydnu í starvinum.