Seinnapartin í gjár stóðu fýra kavarar endaligu royndir sínar. Um stutta tíð kunnu teir byrja lívsleið sína, sum vinnukavarar.
Allir hesir ungu kavararnir hava fingið bjóða arbeiði, tá teir eru lidnir við kavaraútbúgvingina.
Á myndini síggja vit kavararnar saman við próvdómara og lærara eftir royndirnar. Sitandi frá vinstru síggja vit Einar Poulsen, Fuglafjørður, Dann Johannesen, Nes (Eysturoy). Standandi frá vinstru eru Janus Joensen, lærari, Gutti við Streym, Norðskáli, Heri Mørkøri, próvdómari og Gilli við Streym, Norðskáli.




