Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Nýggir organistar

Tíðindaskriv

Mikukvøldið 13. juni var prógvhandan á musikkskúlanum á Frúutrø í Havn. Tríggir nýggir næmingar fingu prógv sum kirkjuorganistar.

Andrias Gærdum og Óli Nicodemussen fingu PO prógv, og Anita Ellendersen fekk EO prógv, sum er fyrsti partur av PO útbúgvingini.

Preleminerur Organistur er yrkisrættað útbúgving, sum skikkar til starv sum organistur og musikkfyriskipari í føroysku fólkakirkjuni og samkomuhøpi annars.

Høvuðsfakið, Orgul, umfatar kirkjuspæl (sálmar) og kunstspæl. Høvuðsgreinar annars eru Kórleiðsla og Musikkteori.

Útbúgvingin fevnir eisini um hjágreinarnar Sang, Klaverspæl, Hoyrilæra, Tónleikavitan, Liturgi/sálmavitan og Urguvitan.

Preliminera Organistútbúgvingin er skipað sum samstarv millum musikkskúlan í Tórshavn og Sjællands Kirkemusikskole, hvørs leiðari, Jens Ole Rasmussen Brint er próvtøkudómari.

Leiðari og samskipari á føroysku útbúgvingini er Gudmund Mortensen, urguleikari í Dómkirkjuni í Havn.