Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Nýggj barr á veg í Klaksvík

Jóhann Lützen

Molly’s barr letur upp á Klaksvíksvegi 20 í næstum. Hetta er ein dreymur eg havi haft og eg eri sera spent at koma í gongd, sigur Maria Christiansen við Norðlýsið

Tey eru mong, ið hava kunna fylgt við arbeiðinum í og á bygninginum har Barok helt til fyrr. Nú nærkast av álvara og vit fingu eitt stutt prát við Mariu Christiansen í dag, tá vit vitjaðu á klaksvíksvegi 20. 

Vit eru við at koma á mál, neyðugu loyvini eru á veg og vit vóna at lata upp 2. jólakvøld, sigur Maria. 

Í Molly’s barr fara kundar, at kunna hugna sær um vikiskiftuni. Beinleiðis tónleikaframførslur og disc jockeys fara at taka sær av tónunum og eisini fara vit at vísa fótbóltsdystir og annan ítrótt, sigur Maria. 

Viðvíkjandi navninum so er barrin uppkallað eftir hundinum hjá mær, Molly, leggur Maria skemtandi aftrat.