Klaksvík
5,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Nýggj bók – Kirkjuklæði

Føroyskt Kirkjumál

Hósdagin kemur út nýggj bók við heitinum ”Kirkjuklæði,” sum Paulina M. K. Eliasen, handarbeiðslærari, hevur skrivað. Bókin er 405 blaðsíður og kostar 450,- kr.

Paulina M. K. Eliasen hevur gjørt eitt stórt siðsøguligt arbeiði at skráseta kirkjuklæði í øllum kirkjum og bønhúsum í fólkakirkjuni: tað søguliga, hvør hevur gjørt klæðini, hvussu gomul tey eru, hvussu tey eru gjørd og hvussu tey verða nýtt.

Nógvar frálíkar myndir lýsa vakra handverkið, sum er eitt satt prýði í kirkjunum kring landið.

 

Framløga

Almenn framløga av bókini ”Kirkjuklæði” verður í kjallaranum í Christianskirkjuni mikukvøldið 9. desember kl. 19.00 og í Hoyvíkar kirkju hósdagin 10. desember kl. 19.00.