Í samstarvi við TAXI-BIL eru nú avtalað ein nýggj ruta úr Klaksvík á flogvøllin. Eisini av flogvøllinum til Klaksvíkar, sjálvandi.
Klaksvík Shuttle koyrur til Flogvøllin hvønn dag frá 26/06-2023
Vit fara at koyra shuttle soleiðis:
Klaksvík, Leirvík, og Gøta
Til FAE – í sambandi við hesar fráferðir
RC 450 flýgur kl. 08:20
SK 1778 flýgur kl. 13:25
Av FAE – í sambandi við hesa komu
RC 453 kemur kl. 13:40
Prísurin verður 460 kr. pr. pers.
Farið verður úr Klaksvík tveir tímar og 30 minuttir, áðrenn flúgvarin flýgur – frá fyrst addressu í Klaksvík.
Ring 353232, sum svarar alt døgnið – ella send mail til taxi@taxi.fo
Til ber eisini at avtala leiguferðir.
Vónandi verður tikið væl undir við hesi rutu, sum helst skal mennast.




