Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Nýggj framsýning á Listasavni Føroya

Tíðindaskriv

HEIMSTAÐURIN, 22. Mai – 19. Juli 2021, Listasavn Føroya

Heim er eitt háfloygt hugtak. Heimið kann vera eitt ítøkiligt stað fyri onkran – eitt hús, eitt barndómsheim ella ein gøta. Fyri onnur er tað ein kensla av at hoyra til – í einum býi ella einum umhvørvi. Fyri onnur er heim tað staðið, har hjartað er, og har mann helst vil vera – saman við sínum kæru. Fyri mong føroysk myndlistafólk hevur heimstaðurin ein serligan leiklut, bæði persónliga og sum myndevni. Men við hvørjum kenslum hava listafólkini avmyndað teirra heim?

Framsýningin HEIMSTAÐURIN varpar ljós á, hvat ein heimstaður er, og hvønn týdning tað hevur at hava ein heimstað. Hvat hendir, tá ið eitt heim hvørvur, og tá ið hús verða seld, og eldri ættarlið falla frá? Kann ein luktur, ein litur ella ein kensla vekja sterk minni um eitt heim, sum einaferð var? Á framsýningini eru samtíðarlistarverk, ið viðgera heimið sum hugtak. Heimstaðurin og nærumhvørvi kann lýsast á ymiskan hátt og við á framsýningini er eitt úrval av ymiskum málningum, ið vísa júst hetta, eftir millum annað Ruth Smith, Jóannis Kristiansen og Steffan Danielsen. Fleiri skitsur og vatnlitamyndir, ið sjáldan vera vístar fram, eru eisini at síggja. Flestu verkini eru úr goymsluni á savninum.

Føroyar liggja mitt í Atlantshavinum, og staðsetingin av oyggjasamfelagnum hevur við sær, at í fleiri ártíggju hava mong leitað sær út í heim. At fara uttanlands hevur verið ein partur av lívinum hjá nógvum føroyingum – at nema sær royndir og útbúgving, av fíggjarligum ella samfelagsligum ávum, ella kanska at fylgja sínum dreymum. At uppliva aðrar mentanir og víðka sín sjónarring er myndandi og mennandi, men heimlongsilin kann eisini vera nívandi. Vit vísa bæði verk fram, ið listafólk hava málað í útlondum og verk, tey hava málað tá tey eru komin aftur á klettarnar. Eitt videoverk eftir Marionnu Bjørgheim, Mitt ímeðan, viðger kensluna av at kenna seg heima tvey ymisk støð og samstundis ikki at kenna seg heilan nakrastaðni.

Á framsýningini eru verk eftir: Arnold Vegghamar, Bárður Jákupsson, Bergithe Johannesen, Edward Fuglø, Elinborg Lützen, Hanni Bjartalíð, Ingálvur av Reyni, Ingi Joensen, Jack Kampmann, Jóannis Kristiansen, Marianna Bjørgheim, Marius Olsen, Randi Samsonsen, Ruth Smith, Sámal Joensen- Mikines, Steffan Danielsen, Thomas Arge, Torbjørn Olsen, Tróndur Patursson, Zacharias Heinesen.

Vælkomin á Listasavn Føroya!

Harleywoodpaint