Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Nýggj frímerki frá Posta 3. juni 2019

Tíðindaskriv

Talan er um eitt smáark við tveimum frímerkjum.

Frímerkini eru endurprent av vælgerðarmerkjunum “Fyri faðirleys”, sum føroyskir útisetar í Danmark tóku stig til undir seinna heimsbardaga fyri at hjálpa børnum í Føroyum, sum vórðu faðirleys av krígsávum.

Janus Kamban teknaði hesi merki í ávíkavist 1941 og 1945.

Samstundis heiðrar hendan frímerkjaútgávan eisini “Merkið”, nú hundrað ár eru liðin, síðan tað varð borið alment fram á fysta sinni í Nordmansdalen við Fredensborg í Danmark, tann 2. juni 1919.

Kári við Rættará hevur sett arkið upp.

 

Les meira um søguna handan hesa forvitnisligu frímerkjaútgávu her