Tað er úrslitið av nýggjari spurnakanning, sum Fyndin hevur gjørt í samstarvi við Spyr.fo. Tey, sum svaraðu kanningini, vóru 427 fólk í Føroyum, sum eru 60 ár og eldri.
Orsøkin til júst hesa kanningina er, at sjóneykan, seinastu áratíggjuni, í størri og størri mun er sett á kropsliga vælveru. Framstig á hesum økinum hava havt við sær, at miðalaldurin er munandi øktur.
Hóast hesi framstig eru týdningarmikil, hava vit gloymt nakað serstakliga umráðandi, nevniliga vælveru hjá teimum eldru, tí eitt longri lív hevur ikki neyðturviliga meiri vælveru við sær, sambært “Udforsk Sindet”.
Tey spyrja samstundis, hvat tað í veruleikanum er, sum gevur teimum eldru vælveru. At vera frískur og hava góða likamliga heilsu hevur sjálvsagt sera nógv at siga, men tað er bara ein partur av tí, siga tey. Mental heilsa er nevniliga eisini týðandi, tá talan er um vælveru. Tí um mentala heilsan ikki er nóg góð, so kann hetta forða fyri, at ein kann njóta lívið, hóast likamliga heilsan er nóg góð. Tey hava í hesum sambandi fýra heilsuráð til, hvussu tey gomlu kunnu betra mentalu heilsuna og fáa meira mentala vælveru. Ráðini eru hesi: Tú skalt góðtaka teg sjálva/n og tína fortíð, tú skalt hava okkurt at gleða teg til, tú skalt hava góð sosial sambond, og tú skalt kenna, at tú hevur ræði á tínum gerandisdegi og á, hvussu títt lív skal vera í framtíðini.
Við tí fyri eyga at fáa at vita, hvussu tað stendur til hjá teimum eldru í Føroyum, tá tað kemur til hesi viðurskifti, vórðu føroyingar, sum eru 60 ár og eldri, spurdir seks spurningar. Úrslitið var sum nevnt serstakliga positivt. Í nýggjasta blaðnum, sum er í sølubúðunum nú sært tú, júst hvussu tey svaraðu.



