Týskvøldið kl. 19:00 verður nýggj krimibók løgd fram á Finastøðini
Klaksvíkingurin Eyðun Klakstein hevur skrivað nýggja krimibók, sum júst er komin út.
Týskvøldið kl 19:00 verður almenn bókaframløga á Finastøðini í Klaksvík. Tá verður nýggja bókin løgd fram. Solby Christiansdóttir fer at hava samrøðu við høvundan, live-tónleikur verður at hoyra, og okkurt gott verður at fáa afturvið einum kaffimunni.
Nýggja krimibókin eitur »List« og byrjar við, at meistaraverkið »Aftur av jarðarferð« hjá Mikines verður stolið á Listasavninum. Tað skakar føroyingar og setur gongd á eina spennandi og undirhaldandi krimisøgu, sum gongur fyri seg í føroyska samfelagnum.
»List« er 200 síður til longdar og fæst nú í bókabúðum. Bókin verður eisini at fáa til keyps á framløguni týskvøldið.




