Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Nýggj leiðsla í SNP

Jóhann Lützen

Í dag klokkan 15 00 var eyka fylkisfundur í Uppistovu fyri at velja nýggja leiðslu

Árni Skaale sum er blivin landsstýrismaður hevur trekt seg úr leiðsluni. Fundurin gjørdi av at velja Báru Skaale Klakkstein inn í leiðsluna fyri Árna.

Fylkisleiðslan hevur skipað seg soleiðis:

  • Hans Hjalti Skaale, fylkisleiðari
  • Bára Skaale Klakkstein, fylkishjálpari
  • Símun Michael Sørensen, kassameistari.

Á fundinum kjakaðust vit um dagsins viðurskifti, koronustøðuna og støðuna í skótaliðnum nú støðgur hevur verið í arbeiðinum ársaka av Koronu. Skotarnir eru byrjaðir aftur hesa vikuna, hava hildið tveir fundir og undirtøkan er góð, úlvaungarnir byrja aftur nú mikudagin, so tað er gott.

Kaffi var í kannuni, Frida hevði okkurt til søtu tonnina og Guitarin í nýtslu.