Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggj list avdúkað á Miðnámi á Kambsdali

Jóhann Lützen

Týsdagin 14. apríl verður nýggjasta listin á Kambsdali avdúkað. Hetta fer fram á móttøku fyri næmingum kl. 11.45 og fyri almenningi kl. 17.00.

Skúlin er nýliga útbygdur, og í hesum sambandi hava tvey listafólk prýtt skúlan við verkum, ið taka støði í virðunum á skúlanum og staðnum.

Á móttøkuni fara listafólkini Jón Sonni Jensen og Kirstin Helgadóttir at greiða frá sínum verkum og listarligu tilgongdini.
Jón Sonni Jensen hevur skapað installatiónina “FLUX” á ovaru hæddini, har nýggju stovurnar hjá náttúrufakunum eru. Verkið er sett saman av nógvum elementum. Elementinin eru antin gipsverk, sum eru blendað inn í veggirnar ella verk í djúpum rammum.

Kirstin Helgadóttir hevur skapað eitt stórt tekstilverk, ið hongur sum ein frisa yvir høvuðsinngongdini.

Bæði Kirsin og Jón Sonni hava brúkt FabLab á skúlanum til at framleiða partar av verkunum.