Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Nýggj nevnd vald í Huxa

Huxa

Á hvørjum ári verður nýggj nevnd vald í Huxa, ið er ungamannafelagið hjá fólkaflokkinum. Nýggja nevndin varð vald á landsfundi ungmannafelagsins og skipað á nevndarfundi 25. januar 2023.

 

Nevndin takkar Tummasi Jóhan Í Djónastovu fyri megnar arbeiðið, ið hann hevur gjørt fyri Huxa í mong ár. Huxa var óvirkið, men Tummas fekk ungmannafelagið virkið aftur, og tað eru vit í dag sera takksom fyri. Hansara partur liggur ikki eftir.

Somuleiðis ynskja vit enn einaferð at takka Erlingi Mørkøre og Teiti Friduson Andreasen fyri stóra og góða arbeiðið teir hava gjørt fyri Huxa.

 

Nevndin hevur skipað seg soleiðis:

  • Rói Johannesen, formaður
  • Jessica Cazabon Celibashi, næstforkvinna
  • Rúni Hammer, kassameistari
  • Maria Müller, skrivari
  • Naomi Pauladóttir Olsen, nevndarlimur

Tiltakslimir:

  • Eyðstein Zachariasen
  • Oddur Norðberg
  • Fríði Leivsgarð
  • John Bærendsen

 

Nevndin fegnast um, at fleri limir leggjast afturat og fer beinleiðis til verka. Huxa fer at halda fram við at upplýsa og savna ein borgarligan ungdóm, til frama fyri eina borgarliga framtíð í Føroyum.

Harleyfacadeacryl