Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Nýggj veljarakanning: Samgongan fer í knús

Jóhann Lützen

Fólkaflokkurin fær ikki færri enn 4 tingfólk afturat, meðan Javnaðarflokkurin missir 3. Sambandsflokkurin fær 1 afturat, sum Tjóðveldi missir. Framsókn missir 1 og Miðflokkurin stendur í stað. Tað er úrslitið av eini veljarakanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri miðilin Blaðið (bladid.fo).

Føroya fólk er alt annað enn nøgt við sitandi samgongu. Onki annað kann vera niðurstøðan í nýggju veljarakanningini, har allir 3 samgonguflokkarnir tilsamans bert fáa 3 fleiri tingfólk enn Fólkaflokkurin einsamallur. Tað vil siga, at knapt triði hvør veljari hellir til Fólkaflokkin, sum støðan er í løtuni, meðan bert gott triði hvør veljari velur ein samgonguflokk.

Fólkaflokkurin fær 29,5% av atkvøðunum, sum gevur rætt til 10 mandat. Sambandsflokkurin fær 24,2%, sum gevur 8. Tilsamans fáa teir báðir flokkarnir 53,7% av atkvøðunum og 18 av tingsessunum og kundu sostatt skipað samgongu og landsstýri einsamallir, um val varð útskrivað nú í november.

Javnaðarflokkurin fær 18,2% av atkvøðunum og gerst nr. 3 í stødd. Tað svarar til 6 tinglimir. Sjálvstýri fær ongan, men er ikki so øgiliga langt frá. Tjóðveldi er á fjórða plássi við 14,3% av atkvøðunum og harvið 5 tingsessum. Framsókn gerst minsti flokkur á tingi við 5,2% av atkvøðunum og 2 tingfólkum, aftanfyri Miðflokkin við 5,8% og somuleiðis 2 tingfólkum.

Sostatt fær sitandi samgonga 37,7% av atkvøðunum og andstøðan 59,5% uttan Sjálvstýri og 62,4% við. Í báðum førum verður býtið millum núverandi samgongu og andstøðu ávikavist 13 og 20 tingfólk.

 

Kelda: Øll kanningin kann lesast á á hesi síðuni , har viðmerkjari eisini ger metingar av orsøkunum til úrslitið. 500 fólk hava luttikið í kanningini.  

Harleyfacadeacryl