Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggj vinarbýaravtala

Dávur Winther

Í dag er ein nýggjur vinarbýarsáttmálin undirskivaður í Norrkøping, har borgarstjórar, ella omboð teirra, hava skrivað undir. Vegna Klaksvíkar kommunu skrivaði Jógvan Skorheim, borgarstjóri undir, har hann m.a. vísti góða skúlasamstarvið, ið verið hevur í vinarbýarhøpi

Í dag er ein nýggjur vinarbýarsáttmálin undirskivaður í Norrkøping, har borgarstjórar, ella omboð teirra, hava skrivað undir. Vegna Klaksvíkar kommunu skrivaði Jógvan Skorheim, borgarstjóri undir, har hann m.a. vísti góða skúlasamstarvið, ið verið hevur í vinarbýarhøpi

LES TAÐ SUM SVENSKIR MIÐLAR SKRIVA HER: http://www.nt.se/nyheter/?articleid=8919717

Klaksvíkar kommuna hevur verið virkin í norðurlendsum samstarvi, kallað Nordisk Platform, sum er vinarbýaravtala frá 1995 millum býirnar, Kópavog, Odense, Trøndheim, Norrkøping og Tammerfors.

Í dag er ein nýggjur, kanska meira opin vinarbýarsáttmálin, undirskivaður í Norrkøping, har borgarstjórar, ella omboð teirra, hava skrivað undir. Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu var við til hesa løtuna í snotiliga og stóra býráðshúsinum í Norrkøping, har hann setti undirskrift sína undir eitt nýtt 10 ára skeið í vinarbýarhøpi.

Í sambandi við undirskrivingina hevur verið litið aftur í tíðina, hvat er eydnast væl og hvat skal gerast annarleiðis. Eisini var samskift um avbjóðingarnar í nútíðarsamfelaginum og onnur viðurskifti tikin upp. Tað varð gjørt vart við, at serliga skúlasamstarvið hevur verið virkið og væl skipað.

Umboð fyri Hagaskúla í Norrkøping vóru og greiddu m.a. frá vitjan teirra í Klaksvík fyri stuttum, har tey vóru hugtikin av tí tey høvdu lært um eitt spennandi og virkið samfelag. Ja, tey vóru so bersøgin at siga, at hetta hevði verið eitt av teirra bestu vinarbýartreffur, tey høvdu verið á.

Nýggja avtalan heldur fast við lutir úr teirri gomlu avtaluni so sum mentan, vinna, skúlar o.a. men nevnir eisini vælferðarsamfelagið, burðardyggheit, umhvørvi, jobwatching (vitja/starva hjá hvørjum øðrum), íverksetan v.m. Nevnt varð til seinast, at alt tað, sum ein býur ynskir at taka upp við ein annan – ella partar av hinum – ber til at taka upp. Hetta m.a. tí at býirnir eru so ymiskir – eisini í stødd. Nakrir hava lærdan háskúla og sjúkrahús og aðrir ikki. Eisini tí at vinnulívið er so ymisk samansett frá býi til bý.

Eitt, sum varð sligið fast, varð, at vit eru vinarbýir, sum ikki kappast, men vit eru vitanardeplar hjá hvørjum øðrum, sum øll eiga at njóta gott av.