Nýggja móttøkuøkið hjá Endurnýtsluni varð latið upp í gjár. Nógv er gjørt við økið á Grønhøvda, sum m.a. er hækkað og samstundis fríðkað.
Økið hevur verið sera óruddiligt í nógv ár, men seinastu tíðina er nógv orka løgd í at gera tað klárt, soleiðis at nýggja endurnýtsluplássið er vorið eitt vakurt og rúmligt øki.
Tað er Byggifelagið Kanjon sum hevur staðið fyri arbeiðinum.














