Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Nýggja graslíkið á ovara vølli er óbrúkiligt

Norðlýsið

HB og B36 eru misnøgd við nýggja graslíkið á ovara vølli í Gundadali og spæla fyribils ikki sínar heimadystir har.

In.fo skrivar, at høvuðsvenjararnir í HB og B36, Jens Berthel Askou og Jákup á Borg, halda so mikið lítið um nýggja graslíkið á ovara vølli, at teirra lið fara at spæla heimadystirnar á Tórsvølli so leingi sum graslíkið á ovara vølli er í núverandi líki. M.a. verður sagt, at bólturin ferðast heilt óvanligt á nýggja graslíkinum.

Í summar var graslíkið skift út. Meðan hetta stóð uppá, spædu HB og B36 sínar heimadystir á Tórsvølli, sum Tórshavnar kommuna eisini eigur.