Tað er sera umráðandi at hava fjølbroyttarútbúgvingarmøguleikar til okkara ungdóm. Nógvir ungdómar kring landið,serstakliga gentur, hava í mong ár havt møguleika at fara á vælvirkandihúsarhaldsskúlan í Klaksvík.
Skúlin er sera væl dámdur. Ikki einans í sambandi viðvanligu húsarhaldsskeiðini, men eisini hópin av øðrum fjølbroyttum skeiðuminnan ymisk handarbeiði og matgerð.
Tørvurá nýggjum og størri skúla
Hølisumstøðurnar hjá skúlanum eru als ikki nøktandi, sum er,Tí er tørvur á nýggjum og størri skúla.
Í Mentamálaráðnum, hava vit saman við Húsarhaldsskúlanum og øðrumavvarðandi pørtum longu fyrireika bygging av nýggjum tíðarhóskandihúsarhaldsskúla. Fyrireikingarnar eru komnar undir land og í tí sambandi er økiávíst til skúla og búpláss til næmingarnar á Biskupstøð.
Eg havi fyrr arbeitt við at útvega Trygdarmiðstøðini góðarhølisumstøður, útbyggingum á Tekniska Skúlanum í Klaksvík og nýggjum hølum tilHF-skúlan.
Um eg komi aftur á Ting, fari eg millum aðrar neyðugar útbyggingarí Norðoyggjum á sjúkrahús-, skúla-, íbúðar- og samferðsluøkinum, at arbeiðamiðvíst við, at nýggjur húsarhaldsskúli verður bygdur í Klaksvík.
BjørnKalsø, landsstýrismaður og valevni Sambandsfloksins




