Søkt verður nú eftir sóknarpresti til Norðara eystara prestagjald. Hetta skrivar folkakirkjan.fo á heimasíðu síni nú um dagar. Eftir ætlan skal nýggjur prestur setast 1. mai 2015.
Folkakirkjan.fo skrivar soleiðis:
| “Norðoya eystara prestagjald |
| Søkt verður eftir sóknarpresti til Norðoya eystara prestagjald. Talan er um eitt fulltíðarstarv, og sóknarpresturin er tænastumaður.
Umsøkjarin má rokna við møguligum broytingum í kalli og embæti samsvarandi tænastumannalógini og lógini um fólkakirkjuna í Føroyum. Lønin er samsvarandi semju dagfest 8. juni 2009 millum Fíggjarmálaráðið og Prestafelagið, har sóknarprestar verða løntir á stigi 28,1 – 36,1 Sóknarpresturin hevur ábyrgd av kirkjubókunum (høvuðs- og kopibókini) og er jarðarferðarmyndugleiki. Embætið verður eftir ætlan sett 1. mai 2015 ella so skjótt til ber. Í prestagjaldinum eru fimm kirkjusóknir: Hattarvík, Kirkja, Svínoy, Hvannasund og Viðareiði. Tænastubústaður er til embætið. Prestagarðurin er í Ónagerði, Bakkavegur 41, Viðareiði. Sóknarpresturin hevur skyldu at búgva í prestagarðinum. Sóknarpresturin í Norðoya eystara prestagjaldi samvirkar í einum toymi við sóknarprestarnar í Norðoya vestara prestagjaldi. Toymið verður samskipað av tí kirkjubókaførandi sóknarprestinum í Norðoya vestara prestagjaldi. Afturat kirkjunum eru onnur tænastustøð t.d. gudstænasta / andakt á sjúkrahúsi, ellis- og røktarheimi, stovnum og býlum. Hesi støð eru í samráð við avvarðandi myndugleikar ein natúrligur partur av yrki prestsins. Umsøkjarar skulu hava lokið prógv í gudfrøði og lúka krøvini, ið lóggávan annars setir fyri at gerast prestur í fólkakirkjuni í Føroyum. Umsøkjarar, ið ikki eru prestvígdir, senda váttan frá pastoralseminarium saman við umsóknini. Eru fyrispurningar ella ivamál, so eru tygum vælkomin at ringja ella skriva til biskupin telefon 311995 / 237320 ella jf@folkakirkjan.fo. Umsóknin verður send til Føroya Stiftsstjórn, J. Paturssonargøta 20, FO 100 Tórshavn, og skal vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 9. apríl 2015 kl. 12.00. stift@folkakirkjan.fo. “ |




