Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Nýggjárstónar á Café Fríðu: Næstan útselt!

Jóhann Lützen

Leygarkvøldið 30. desembur vera Nýggjárstónar á Café Fríðu í Klaksvík.

Jón & Hans Andrias frá Grandma’s Basement, Herborg Torkilsdóttir, Danny & Símun syngja og spæla kendar og vælsvingandi slagarar, og starvsfólkið á Café Fríðu eru klár at servera leskiligt ábit og svalandi drykkir úr barrini.
Millum tónleikainnsløgini diskar DJ Cool.

So tak makan ella vinfólkini undir armin, og komið og njótið livandi tónleik og gott huglag í hugnaligu Café Fríðu. Lagt er upp til eitt festligt kvøld, har tað er loyvt at syngja við, práta og hugna sær í góðum selskapi saman við øðrum festglaðum fólkum.

Tiltakið byrjar kl. 20:00 Kostnaður fyri atgongumerkið er 295,00 DKK íroknað ómaksgjald. Við í prísinum er brúsandi vín og leskiligt ábit

Keyp atgongumerki her.