Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Nýggjársveðrið

Hanus Kjølbro

Nú eru bert 2½ dagar eftir til nýggjárs, og tað ber til at koma við einum boði uppá, hvussu veðrið fer at vera.

Tað verður eitt sindur umleypandi veður restina av 2018.

Í dag er vesturætt, ælaveður í morgun, men tað fer at vera turt seinnapartin. Vindferðin 5 – 10 m/s, men minkandi seint í kvøld.

Í nátt fer ættin niður í útsynning; í morgin ári er landsynningur-sunnan, lítil vindur, um 5 m/s.

Tað fer at regna í nátt, og tað fer tað at gera allan fyrrapartin í morgin; eitt sindur út á seinnapartin slítur í.

Fyrrapartin í morgin fer vindurin at veksa upp í 5 – 10 m/s. Á middegi fer ættin í ústynning og liggur har restina av degnum.

Seint í annaðkvøld fer vindurin at veksa spakuliga. Um uppfaringartíð er vindferðin komin upp í 15 – 20 m/s úr útsynningi.

Um middagsleitið nýggjársaftan verður broyting í veðrinum í Føroyum. Ístaðin fyri ta heitu og slavnu luftin sunnan úr havi fara vit at fáa kalda luft av Norðpólsøkinum. Hetta fer at merkjast á hitalagnum gamlaárskvøld.

Seinnapartin nýggjársaftan fer vindurin at veksa upp aftur meira – upp í 13 – 18 m/s. Um kvøldið snarar hann upp í útnyrðing, og nýggjársnátt fer vindurin at minka.

Soleiðis er viðurskiftini í lufthavinum í løtuni. Veðið verður dagført í morgin.