Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Nýggjur dráttur til kappróðurin í Klaksvík

klaksvik.fo

Í hesum døgum verður nýggjur dráttur gjørdur við nýggja róðrarneystið hjá Klaksvíkar kappróðrarfelag. Sjálvt kappróðrarneystið bleiv tikið í nýtslu í januar mánaði og nú verður dráttur gjørdur, sum skal standa klárur, tá ið bátarnir fara á sjógv.

 

Umframt bátadrátt, veður uttanumøkið kring kappróðrarneystið gjørt liðugt, somuleiðis er útigólv og bryggjukantur eisini við í verkætlanini. Býráðið hevur sett 3 mió. kr. av til arbeiðið.