Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Nýggjur graslíksivøllur á Dungasandi

Jóhann Lützen

Í gjár handaði Føroya Møblasøla Sørvágs kommunu nýggja graslíkisvøllin á Dungasandi

 

Arbeiðið at leggja vøllin á hevur gingið avbera væl. Ein fyritreyt fyri at leggja vøllin á, er at tað skal vera turt, og veðrið hevur hepnast væl hesar dagarnar. Byrjað varð hósmorgunin og longu í gjár, týsdagin, var arbeiðið liðugt, og kl. 15:00 var vøllurin handaður kommununi og longu tveir tímar seinni var besta liðið hjá 07 Vestur á vøllinum og vandi.



Graslíkið er frá Domo Sports Grass, tað er í hægstu góðsku og FIFA góðkent. Fyllan er umhvørvisvinarligt hágóðsku tundur. Gamla graslíkið var frá 2017, og nú varð tíðin búgvin at skifta tað út. 


Næsti heimadystur á Dungasandi verður sunnudagin 4. august, tá O7 Vestur tekur í móti føroyameistararnir úr KÍ.