Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggjur kommunustjóri í Fuglafjarðar kommunu

Tíðindaskriv

Fuglafjarðar býráð hevur tikið avgerð um at seta Henrik Weihe Joensen í starvið sum kommunustjóri í Fuglafjarðar kommunu.

Henrik er 51 ára gamal og útbúgvin politistur og juristur. Harumframt hevur Henrik tikið master útbúgving í almennari leiðslu umframt onnur viðkomandi skeið.

Henrik Weihe Joensen hevur leiðsluroyndir sum stjóri í Tilbúgvingarstovni Føroya, virkandi stjóri í MRCC/Tórshavnradio og sum kommunustjóri í Tvøroyrar kommunu.

Harumframt hevur Henrik starvast sum fulltrúi hjá Løgtingsins Umboðsmanni og sum ráðgevi í Fiskimálaráðnum. Henrik Weihe Joensen byrjar í starvinum sum kommunustjóri tann 1. september 2020